Gott val øll

 Gott val øll

Í morgin er valdagur og eg veit, at øll 28 valevnini sum eru uppstillađi vilja Vágsbygd tađ allar besta. Tađ er eisini í morgin, at tađ er veljarin sum talar og harviđ er demokratiđi eisini í hásæti.

Eg veit eisini, at øll virđa úrsliti, lîkamiď hvat so tađ verđur. Har eitt komandi býráđ fer at gera sýtt besta fyri okkum øll.

Kommunualt arbeiði er broytt nógv seinastu árini. Fyri nøkrum árum síđani, var tađ vanligt at kommunur, høvdu meira sjálvræði og harviđ kundi rađfesta tey mál, sum møguliga hevđi teirra størsta týdning.

Nógv er broytt og fleiri stór økir eru í dag álagt kommunum at umsita seinastu árini.

Harviđ er fíggjarliga byrđan eisini størri og somuleiđis hava okur eisini meira ábyrgd sum kommuna og taď eru fleiri fíggjarlig atlit at taka.

Eldraøkið og barnaverndartænastan eru mál, sum krevja, at samstarv er millum kommunur. Lat okkum vóna, at hettar samstarv fer at geva nógv meira fyri okkum øll í Suđri, komandi árini.

Tað er ikki óhugsandi, at onkur økir koma afturat, sum gera at kommunur fáa minni sjálvræði og harviđ størri lógarkravd mál at umsita. Tađ fer tíđin so at vísa.

Tađ er nógv gott komiđ av skafti î Vági, hesu seinastu árini. Men okur mugu vera ansin fíggjarliga, men hóast tađ, skulu okur halda áfram at byggja bygdina upp, men viđ meira varsemi og nýta tađ sum er.

Sjálvt um hugurin er til at gera nýggjar spennandi íløgur, so vita okur, at fíggjarorkan er bara til eitt ávíst mark. Hetta markið eru okur komin til, so nú er at seta fokus á onnur minni kostnaðrmikil øki, men sum eru minst líka týdningarmikil, eitt nú sjálvan trivnaðin í Vágs kommunu.

Tað er ikki alt, sum kostar so ovurhonds nógv, men tó ger stóran mun. Nógv góð tiltøk kunnu gerast uttan at okur taka botnin undan kommunukassanum.

M.a. kunnu vit sum býráð verða meira viðkomandi fyri borgaran, soleiðis at borgarin veruliga merkir, at her er eitt býráð, sum arbeiðir fyri allar borgararnar í sóknini.

Kim Larsen, sáli segði einaferð so klókt, at ein stjórn sjálvandi skal arbeiða fyri teimum veiku í samfelagnum, tí tey sterku skulu nokk klára tað sjálvi.

Hetta eru sannleiksorð, sum eisini stuðla undir, at eitt gott samfelag er, har tey veiku í samfelagnum hava tað gott.

Alt er upp til tykkum. Eg fari at ynskja tykkum øllum valevnum og øllum vágbingum eitt gott val.

Vel meg ella onkran á lista C. 
Levi Mørk

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *