Tónleikastađ í gamla svimjuhylinum og ađrar ætlanir fyri 2021

 Tónleikastađ í gamla svimjuhylinum og ađrar ætlanir fyri 2021

Okur hava í samgonguni hjá Vágs kommunu, viđgjørt komandi uppskot, av 1 viđgerđ til fíggjaætlanina fyri 2021, tó uttan nakra nevndar og býrađssamtykt enn.

Men, eg sum býráđslimur vil fegin koma inn á nøkur ting, uttan at fara í smálutir viđ øllum. Tađ kemur nágreinliga út seinni.

Eg kann siga so mikiđ, at okur framvegis, hava eina stóra skuld, sum verđur niđurgjoldin og har ætlanin, er at gjalda meira enn tær 3, 5 mió.kr, sum ætlađi fyri 2021.

Kommunan er eisini farin niđur um 1 álikning. Vísa nýggjastu tølini. Tađ sjálvandi at fegnast um.

Býráðið kemur til næsta býráðsfundi, at viðgera uppskot m.a um, at gjalda meiri enn tær upprunaliga 3,5 mió. kr, til skuld.

Tey nýggjastu tølini, sum okur fingu innlit í, vera nok meira almannakunngjørd í næstum.

Eisin vera fleiri spennandi ting framd í verki fyri komandi ár í 2021

M.a verđur nógv gjørt í Vágs skúla, í  barnagarđinum og í ungdómshúsinum. Har m.a ungdómshúsiđ skal hava meira opiđ og nógvar ábøtur.

Somuleiđis fara pengar av til dagføring av spæliplássiđ í miđbýnum.

Tónleikastađ í gamla svimjuhylinum

Okur hava í samgonguni tosađ leingiđ um, at betra um korini hjá musikskûlanum og harviđ hjá øllum tónleikalíviđ í Vági.

Vágbingar fáa nú betri nógv betri tónleikakor, tí ætlanin er at seta pengar av í komandi áriđ, til at umbyggja gamla svimjuhylinum í Vágs skúla, til eitt tónleikastađ.

Har møguleiki verđur til tónleikaframførđslur, undirvìsing vm. Henda ætlan fer at menna mega nógv um tònleikaumhvøriđ í Vági. Hettar arbeiđi má gerast stigvís og sum fíggjarráđini eru komandi tíđina.

Tađ ferđ eisini, at bøta um hjá børnum viđ serligum avbjóđingum í Vágs skúla, tí tónleikavirksemi nú verđur flutt í “gamla svimjuhylinun”, hettar gevur eisini betri karmar til allan skúlan.

Sjálvandi, kunnu okur ikki gera alt í senn, men okur eru í samgonguni samd um, at seta pengar av til hesa spennandi ætlan.

Betra um ferđslutrygdins

Okur eru eisini samd um, at betra um ferđsluđslutrygdina í bygdini.
Serliga er tađ ferđslutrygdin viđ skúlan, og viđ Toftavegi, sum eru átrokandi.

Lækka skattin og hækkađ barnafrádráttin

Somuleiđis skulu pengar av til asfaltering, ætlanin er eisini, at hækka barnafrádráttin og minka um skattin. Soleiđis at vágbingar fáa betri fíggjarligt rasarúm.

Heilsudepil í Pál’ høll

Í Pál’s høll, eru okur samd um, at gera ein heilsudepil. Sum fer at menna og stimbra um hjá okkum øllum. Eisini skulu ventilatións viđurskiftini betrast.

Fíggjarligt vit og skil

Men størsta avbjóđingum, er framvegis skuldin hjá Vágs kommunu, tí mugu okur komandi tíđina vísa fíggjarligt vit og skil.

Hettar var bert ein litil kunning um, hvat er í vantu av allar rúgvuni fyri 2021.

Lat okkum nú síggja hvussu leikur verđur, tá iđ fíggjarlógin fyri komandi ár, skal viđgerđast politiskt.

Levi Mørk, býráđslimur og valevni á lista C

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *