Ráð fyri rørðslutarnað í Suđuroynni

 Ráð fyri rørðslutarnað í Suđuroynni

Eg kundi hugsađ mær, at okur í Vági, møguliga saman viđ øllum kommunum í Suđuroynni fáa skipað eitt sokallað  “Ráð fyri rørðslutarnað” Slík ráð eru heilt vanlig í fleiri donskum kommunum og rundan um okkum.

Eitt slíkt ”Ráð fyri rørslutarnað” verđur avgjørt,  til stóra gagn hjá folki við skerdum førleikum. Ráðið fer at menna møguleikarnar hjá rørslutarnaðum at koma til orðanna og at seta sína avirkan á førda politikkin í Suđuroynni.

Skipanin av ráðnum

Eg mæli til, at ráðið m.a. verður skipað soleiðis, at politisk umboð fyri kommunur eru nevndarlimir, umframt sjálvandi umboð fyri m.a Javna.

Somuleiðis mæli eg til, at ráðið verður eitt málsøki undir Sosialunevnd býráðsins um tađ verđur í Vági, ella hjá einari felagsnevnd fyri kommunur í Suđuroynni.

Tey bleytu virðini

Eg sakni eisini eina skipan, sum hevur sum politiskt mál at hava nógv meira stórt atlit teim veiku í okkara kommunu og í samfelagnum sum heild. T. e. Hugsjónir um, hvussu kommunan/ur varðar av teimum veiku. Hugsjónir, sum verða lagdar í tryggar karmar, teimum veiku at gagni.

Tiverri tykist tað at vera toført at fáa slík ráð sett á stovn og at virka eftir ætlanini. Tey bleytu virðini verða tíverri ofta sett í aftastu røð.

Men allar góðar kreftir mugu finna saman um hetta ráðið, at fáa tað sett á stovn – og at fáa tað at virka eftir ætlan!

Vera ikki hoyrd

Okur kenna og hoyra oftani um, har tađ ikki er atkomandi hjá fólkum viđ rørđslutarni og tey kunnu ikki koma har tey nú skulu. Tí tađ er ikki tikiđ hædd fyri teimun, viđ teirra skerda førleika. Har skulu tey. jú hava somu møguleikar, sum okur øll onnur.

Góđar royndir 

Okur hava í Vági eitt Ungdómsráð og sum er komiđ viđ nógvum hugskotum, sum okur nú politiskt leggja orku í. M.a eru hugskot komin frá Ungdómsráđnun, um ein framførđslupall viđ spæliplássiđ í miđbýnum í Vági vm.

Viđ einum “Ráđi fyri rørđslutarnađ” verđur ein týðiligari hoyrdur, enn sum nú er, so hesu fólk, eisini fáa møguleikan til at seta sína ávirkan á politikkin í Vági og um okur vilja um alla Suđuroynna.

Eg havi góðar royndir við at slík ráð vera hoyrd. M.a. haldi eg, at bæði Ferðslunevndin, Ungdómsráđi og onnur ráđ, verða hoyrdar. Og eru tær alneyðugar fyri okkum øll her í nærumhvørvinum og ein bati fyri nærdemokratiđi. Har tey sum oftani verđa gloymd og harviđ ikki hoyrd, tíverri.

Ja, okur er so avgjørt eftirbátar, á nógvum økjum, her er avgjørt nakað at arbeiða við hjá okkum í Vági. Ja, hjá øllum kommunum í landinum

Levi Mørk, valevni á lista C

 

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *