Felags integrationspolitik fyri allar kommunur í Suđuroynni.

 Felags integrationspolitik fyri allar kommunur í Suđuroynni.

Okur hava í okkara landið sera nógvir útlendingar, ella ný- føroyingar, men tey hava tíverri ikki sama rætt til at læra um føroysk samfelagsviðurskifti, mentan og søgu, sum okur kenna aðrastaðni frá og okur hava ongan skipaðan politikk á økinum. Hóast okkurt er gjort hesu seinastu árini, men tađ er ikki nok.

Men, enn er langur vegur á mál.
Ì hesum sambandi má Vágs kommuna og hinar kommunurnar í Suđuroynni brynja seg enn meira til uppgávuna, og at útlendingar sum búgva í Vágs kommunu og í Suđuroynni, skulu fáa høvi at læra um føroysk viðurskifti t.e. mentan og søga.

Her skal orðast ein poltikkur, sum umfatar integratiónspolitikk fyri dagstovnaøki, skùlar og arbeiđspláss vm. Hettar kann gerast viđ samstarviđ viđ allar kommunur í Suđuroynni.

Samstarva um integratiónspolitik
Sum nú er ber til, at fáa undirvísing á Vágs kvøldskúla í føroyskum fyri tilflytarar og tað er at frøast um. Men, her skal nógv meira til enn so, t.e játtan til aðra frálæru fyri ný-føroyingar.
Men her vantar skipan og greiður politikkur á økinum, bæði frá land og kommunu.

Landiđ má fylgja viđ
Men tað er ikki bara í Vági og í Suđuroynni, at vit hava nýføroyingar. Her eiga land og kommunur at skipað ein felags politikk fyri allar nýføroyingar og allar Føroyar.

Sum nú er, hava vit fleiri útlendingar sum búgva og arbeiða í Føroyum og eisini her í Vági og í Suđuroynni, men teir hava ikki somu rættindum sum øll onnur.

Aðrastaðni rundan um okkum, hava bæði land og kommunur orða ein politikk um integratión.

Men enn hava vit í Føroyum:
1.onga útlendingalóg
2.onga integratiónslóg
3.Næstan ongan integratiónsætlan
4.Næstan ongan politikk á økinum

Hetta er púra burturvið og má rættast uppá frá politiskari síðu. Okur hava øll krav uppá líkarætt og somu rættindir í Føroyum.

Nú er fínur møguleiki, at gera okkurt við hetta málið, soleiðis at øll eru líka stillaði her í Vágs kommunu og Suđuroynni.
Hettar kann gerast í samstarviđ viď allar kommunur í Suđuroynni.

GG. Lat meg enda við at endurgeva hetta frá einari ritgerð hjá mær um integratión fyri nógvum árum síđani “ At føle sige udenfor er svært – at være udenfor er værre”

Er tú samdur við hesum set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum 10 nov 2020

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *