Kríggssavn við Eggjarnar 

 Kríggssavn við Eggjarnar 

Eg skrivaði til seinasta býráðsval, um Eggjarnar og teir framúr møguleikar, sum har eru. Eg endurtakið nakað úr greinini.

Brot úr grein frá 2016

”Okur hava nógvar nátturuperlur og siðsøgulig støđ í Vági. Viđ Eggjarnar í Vági eru fleiri leivdir og bygningar frá øðrum heimskríggi. Umframt gamla Loranstøðin. Har er framúr vakurt og eitt sera sjálsamt útsýnið. Har ein kan nýta útsýnið vestanfyri og síggja Beinisvørð og Vágseiði. Um okur bert umvaldu ein av hesum bygningum, so kundi okur gjørt eitt sokallað ”kríggssavn”, ella tað sum minti um. Tað ber til at søkja grunnar rundt verðina, um stuðil til hesa ætlan.

Okur kundi byrja við einum kikara har ein sá yvir á Beinisvørð og út á havið. Um viljin er tilstaðar frá mongu eigarum av hesum hagaparti, ber alt til. Hendan annars nattúrperla við Eggjarnar, er so framúr vøkur at uppliva og síggja, men okur kunnu gera nógv meira, so ferðandi kunnu fáa eitt stórt upplivilsi, somuleiðis fer ferðavinnan at mennast enn meira í Vági ” 

Nógv er hent á Eggjunum síđani 2016

Síðan seinasta val, er eisini hent nakað, har er nú komin ein kikari og ein gøta er gjørt til henda kikara við girðing rundan um. Hetta hava okur øll verið sera glað fyri og nógv fólk vitja har uppi.

Somuleiðist er gamla Loranstøðin seld, við tí ætlan at hava ferðavinnuvirksemi har. Tað er at fegnast um.

Enn er langur vegur á mál, men okur eru komin væl víðari, við stórari vælvild frá haga eigaranum. Takk fyri tað.

Endurskapa bygningar hjá enska hersetingarvaldinum

Eg haldi avgjørt, at okur skulu menna øki enn meira, við at endurskapa hesu gomlu bygningar sum eru gjørdur av breska hersetingarvaldinum undir krígnum.

Okur hava heldur ikki so nógv eftir, av siðsøgu okkara, tá talan er um gamlar bygningar. Her er ein upplagdur møguleiki hjá okkum, at menna okkara ferðavinnu enn meira.

Fleiri møguleikar á Eggjunun

Tað finnast eisini aðrir upplivingar møguleikar har uppi, um hugflogiđ er til tađ. Ein kann td, eisini gera eitt glasshús, sum fer út av Eggini. Harviđ kunnu fólk nýta alt tað framúr útsýnið, so langt sum eygað sær.

Møguleikar eru nógvir, um ein brúkar hugflogiđ nakađ, alt kann fremjast um ein vil. Ein gerð so einki einsamallur.

Læra av Kríggssavninum í Vágunum

Okur noyðast ikki at uppfinna, tað heita vatnið og so slett ikki tað kalda, okur kunnu jú læra av øðrum hesum viðvíkjandi.

Tað er bara at fara ein túr vestur í Vágar, har tey hava ment eitt framúr Kríggssavn, sum hevur eitt hav av vitjandi ár undan árið. Fyrsta árið vitjaðu ikki færri enn 2500 fólk savnið. Trý ár seinni høvdu yvir 5000 fólk vitja savnið.

Hevði tað ikki verið farmúr, at vitja Kríggssavnið á Eggjunum, so fingið sær ein kop av kaffi, ella okkurt sum kanska var betri frá gomlu Loranstøðini. Síðani nýtt tað framúr vakra útsýnið, sum neyvan finst vakrari á jørð.

Eg ætli mær, so avgjørt at arbeiða víðari við hesum.

Levi Ryggshamar Mørk, valevni á listi C

 

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *