Borgarin í Vági skal í fokus

 Borgarin í Vági skal í fokus

Nú tað aftur stundar til býráðsval, so er listin við ynskjum og lyftum, um tað, sum koma skal, næstan óendaligur.

Men sjálvt í hesum døgum fram ímóti einum vali, so mugu vit hava fíggjarligt vit og skil og ikki spenna bogan meira, enn hann tolir.

Vit kunnu ikki við góðari samvitsku lata rokningina víðari til okkara eftirkomarar í Vági. Vit skulu tí ikki brúka meira enn tað, vit sjálvimegna at gjalda aftur.

Vágs kommunu siglir í tungum fíggjarligum sjógvi í mun til aðrar kommunur. Nógvar íløgur eru gjørdar seinastu árini, og tí mugu vit nú taka nøkur rep í seglini.

Vit kunnu ikki halda áfram við somu ferð, har vit binda kommununa niður fíggjarliga, tí so orka vit ikki at geva borgaranum grundleggjandi kommunalu tænasturnar.

Tí vil eg mæla til, at vit komandi árini vísa munandi meira fíggjarlig afturhald, enn vit higartil hava gjørt. Sjálvt um hugurin er til at gera nýggjar spennandi íløgur, so vita vit, at fíggjarorkan er bara til eitt ávíst mark.

Hetta markið eru vit komin til, so nú er at seta fokus á onnur minni kostnaðrmikil øki, men sum eru minst líka týdningarmikil, eitt nú sjálvan trivnaðin í Vágs kommunu.

Tað er ikki alt, sum kostar so ovurhonds nógv, men tó ger stóran mun. Nógv góð tiltøk kunnu gerast uttan at vit taka botnin undan kommunukassanum.

M.a. kunnu vit sum býráð verða meira viðkomandi fyri borgaran, soleiðis at borgarin veruliga merkir, at her er eitt býráð, sum arbeiðir fyri allar borgararnar í sóknini.

Kim Larsen, sáli segði einaferð so klókt, at ein stjórn sjálvandi skal arbeiða fyri teimum veiku í samfelagnum, tí tey sterku skulu nokk klára tað sjálvi.

Hetta eru sannleiksorð, sum eisini stuðla undir, at eitt gott samfelag er, har tey veiku í samfelagnum hava tað gott.

Tí haldi eg, at tað kundi verið skilagott, at vit gjørdu ein trivnaðarkanning í Vági. Eina trivnaðarkanning, sum skal lýsa, hvussu borgararnir í kommununi hava tað.

Hvussu eru umstøðurnar á arbeiðsplássinum, og hvussu eru umstøðurnar hjá familjuni heima við hús.

Kanningin skal vísa, um tað veruliga eru fólk, sum detta niðurímillum og ikki minst, um tað eru børn, sum kenna seg uttanfyri.

Eg kundi hugsað mær, at Sosiala nevnd tók sær av hesum, og at nevndin fekk ein sosialráðgevara í eina tíð til at standa fyri einari slíkari kanning.

Við úrslitinum frá einari slíkari djúptgangandi kanning hevur býráðið allar møguleikar fyri at seta inn, har tørvurin er.

Við slíkari kanning fáa vit møguleikar at taka trupulleikar hjá borgaranum upp á rætta stað og vónandi í tøkum tíma.

Tá kunnu vit veruliga seta fokus á teir borgarar, sum Kim Larsen tosaði um.

Tá fyrstani fáast vit við veruligan og viðkomandi politkk.

Hetta kundu eg hugsað mær, at eitt komandi býráð setti meira fokus á.

Levi Ryggshamar Mørk
Valevni á Lista C

 

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *