Eingin gerđ alt einsamallur í politikki

 Eingin gerđ alt einsamallur í politikki

Nógv er komiđ av skafti í Vági hesu seinastu 4 árini. Har Javnađarflokkurin og Tjóđveldi hava sitiđ í samgongu. Tađ eru 9 býráđslimir í Vági, har allir vilja bygdini tađ besta og øll royna sítt besta fyri vágbingar og Vágsbygd.

Í felag røkka okur á mál

Har okur øll í felag, hava arbeitt viđ næstan øllum málum, eisini í øllum teimun nevndum sum eru hjá Vágs kommunu. Sjálvandi hava okur ikki altìđ veriđ samd, men samstarviđ hevur hóast alt gingiđ væl.

Tađ eru altíđ í politikki nøkur ting, ein kundi gjørt og rađfest ørvísi. Ein vil altíđ gera øllum gott, men tađ virkar jú ikki altíđ, men tađ er eisini partur av at vera í politikki. Hóast ein vil øllum tađ besta.

Men pláss er eisini fyri, at eftirmeta og umrađfesta í politikki og í teimun málum, har tađ ber til, tibetur. Men hinvegin eingin gerđ nakađ einsamallur, tí so var eingin grund at hava 9 býráđslimir í Vági, og 28 valevnir, sum bjóđa seg fram hesuferđ, so er tađ komiđ uppá pláss.

Mínu mál í hesari býráđssetuni

Eg stillađi sjálvur upp seinast m.a fyri at fáa meira vinnuliv í Vági og at styrkja um barna og ungdómsøki.

Stađ til tey ungu

Somuleiđis, at okur vantađi eitt stađ til tey ungu, at fara til um vikuskiftir. Nú hava vit jú eitt hav av matstøđum og eisini um vikuskiftir er møguleiki til at hugnađ sær. So her er nú nakađ til øll. Hettar er alt gjørt í samstarviđ viđ øll í býráđnum í Vági.

Keypt ungđómshús

Eitt annađ politiskt mál hjá mær, var at ungďómurin, skuldi hava sítt egnađ ungdómshús og harviđ kunnu tey og teirra røsku starvsfólk sjálviđ seta dám á húsiđ og innihaldi. Tađ er so eisini komiđ í gjøgnum, har okur eisini, tey komandi árini, skulu gera nakrar ábøtur viđ ungdómshúsiđ.

Fleiri spælupláss

Onnur politisk mál eru, at gera fleiri spælipláss í bygdini.  Nú eru fleiri komin. Spæliplássiđ í miđbýnun eru okur býrjađ uppá. Sum skal gerast um til nakađ spennandi fyri øll, viđ uttandurďa palli osfr.

Eg vil eisini takka starvsfólkum, bæđi í ungdómshúsinum og í Eikilund, fyri framúr arbeiđi sum tey gera fyri børn og ungdóm okkara.

Meira vinnulív og harviđ arbeiđspláss

Eitt annađ mál hjá mær og okkum øllum í býráđnum, var at fáa gongd á virksemi hjá Bakkafrost í Vági.

Tađ máliđ var eisini hjá okkara høgu í Tinganesi og í Løgtinginum og tađ eyđnađist.

Ja, tađ eyđnađist somikiđ væl, at Bakkafrost, nú eisini skal gera eina smoltstøđ fyri fleiri hundrađ milliónir krónur tey komandi árini í Óvnavík, sum jú liggur í Vágs kommunu.

Fíggjarligur ágóđur og fíggjarligt varsemi

Hettar kemur, at hava stórar positivar ávirkan á fíggjarstøđuna hjá Vágs kommunu og hjá vinnulívinum tey næstu árini. Sum okur so sannliga hava brúk og eru takksom fyri. Men okur noyđast at vera varin og vísa fíggjarligt varsemi framyvir.

Álagt yvirtøka av Marghøll og Pál’s høll

Eisini hava okur yvirtikiđ Pál’s høll og Marghøllina, tí hettar var álagt okkum. So har var ikki annađ at gera. Hesar hallir, eru sera kostnađarmiklar íløgur og eisini í rakstri. Men fólkiđ, serliga børnini og tey ungu hava stóra gleđi av hesum yvirtøkum og virksemi.

So er bert at vóna, at okur fáa fleiri inntøkur inn tey komandi árini, so okur er betri fyri fíggjarliga, til at gjalda alt fyri.

Nógv er gjørt í øllum nevndum hesu skjótt 4 árini

Sosialanevnd

Í Sosialunevnd er nógv gott arbeiđi gjørt, hesu árini, har m.a er stór orka lagt í, at fáa Heilsumiđstøđina dagførda. Okur hava eisini gjørt stórar ábøtur á Eldrasambýli. Hettar er sannliga at fegnast um.

Menturnarnevndin

Á menturnarøkinum, er eitt hav av tìngum framt í verki, hesu seinastu árini. Innan ítróttin, er vøllurin á Eiđinum skiftur út og tađ sama í ítróttarhøllini.

Spælipláss er gjørt í Eikilund, í skúlanum, á Sanginum og nú verđur spæliplássiď í miđbýđnum dagført.

Ikki mugu okur gloyma, tađ arbeiđi Menturnarnevndin eisini hevur gjørt, viđ dagføring av Vágs skúla til m.a nýggj vindeygur og tad slóđbrótandi Fab Lab.

Á tekniska økinum, hava okur arbeitt viđ, at fáa nýggjari elsteyrar um alla bygdina. Arbeiđi, er eisini gjørt innan ferđslutrygdina og gonguteigar. Eisini takk til tekniska toymiđ fyri framúr arbeiđi.

Tekniskanevnd

Somuleiđis hava okur í Tekniskunevnd, arbeitt viđ, at gera nýggjar vegir og tađ arbeiđi er komiđ væl áleiđis, og tađ verđur nok okkurt alment um tađ í næstum.

Umframt fleiri broyttar byggisamtyktir, er framdar til alt tađ virksemi í Vági. Tađ er so sannliga eisini, at frøđast um.

Havnanevndin

Í Havnanevndini er eisini nógv arbeiđi framt, til tađ virksemi, sum nú er á tí økinum.

Ja, í øllum nevndum er eitt stórt og gott arbeiđi gjørt, av øllum býráđslimun.

Eingin gerđ nakađ sjálvur

Fyri at røkka sínum málum politisk, krevst m.a, at ein skal seta sær nøkur mál, at vilja nakad, og ikki minst at samstarva. Eingin gerđ nakađ sjálvur.

Halda fast viđ góđu gongdini, viđ skili

Men tađ sum okur mugu rađfesta framyvir, er hvussu okur øll hava tađ, ung sum gomul og ikki bara nøkur fá.

Somuleiđis mugu okur halda á viđ góđu gongdini, men viđ fíggjarligum viti og skili.

Men minnist til vágbingar, at ” í felag koma okur á mál ” Soleiđis skal helst altíđ vera, eisini framyvir.

Eg vil eisini takka øllum býráđslimun sum ikki stilla upp aftur, fyri gott arbeiđi og gott samstarv. Takk fyri tykkara íkast til Vágsbygd.

Gott val tykur øll, sum stilla upp.

Levi Mørk, valevni á lista C

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *