Sosialaøki skal raðfestast nógv hægri.

 Sosialaøki skal raðfestast nógv hægri.

Okur noyđast at seta nógv meira fokus á hvussu øll hava tađ í Vági, ikki bara nøkur útvald. Okur skulu hava meira fokus á børn, ung og tey eldru. 

Eitt samfelag, sum er í einari sunnari tilgongd, er eitt samfelag, sum hevur børn og ein ungdóm, sum trívist og dámar at búleikast í býnum. Skjótt er, soleiðis sum samfelagið nú er háttað, at børn, ungdómar kunnu kenna seg uttanfyri, tí tey kanska ikki hava møguleikar at vera partur av heildini sum øll hini.

Tað kann vera av fíggjarligum ávum, tí sum øllum kunnugt, so er tað rættiliga kostnaðarmikið hjá børnum og ungum at luttaka aktivt eitt nú innan ítrótt. Hava foreldrini ikki ráð til hetta, so eru tey børnini uttanfyri. Okur kenna tíverri eisini til nógvar familjur, sum noyđast av landinun, orsakađ av alvorligari sjúku, har tađ almenna ella tryggingar, slett ikki fylgja viđ. Her mugu okur gera nakađ.

Hetta kunnu okur sum býráð gera nakað við. Okur kunnu seta kikaran á málið og finna útav, um tað veruliga eru børn og ungdómar, sum ikki hava somu møguleikar sum øll hini. Hetta kann ein trivnaðarkanning avdúka.

Fyribyrgjandi átøk

Eg haldi avgjørt, at okur verđuliga skulu seta ” fólkiđ “, sum býr í Vági í fokus. Bæđi hvussu tey hava tađ heima og á arbeiđsstađnum. Eisini hvussu tey hava tađ sum familja og hvussu tey eldri hava tađ osfr. Okur noyđast at koma nærri um allan trivnađin hjá borgaranun í Vági og eisini seta í verk fyribyrgjandi átøk.

Sosialudeild meira við

Hettar kundi veriđ eitt uppgáva hjá m.a sosialu deild, at tikiđ sær av viđ einari trivnađarkanning millum fólk í Vági og síđandi sett inn har eftir, um tađ krevst. Møguliga kundi ein sosialráđgevi/ella sálarfrøđingur veriđ tilknýttur sosialudeild til hesa uppgávuna. Men longu nú kunnu okur gera okkurt.

Fokus á øll, ikki bert nøkur útvald

Lat okkum seta fokus á hvussu okur øll hava tađ, ikki bert nøkur ùtvald.
Lat okkum seta fokus á hvussu okur kunnu hjálpa fólkiđ, sum koma at detta burturímillum, tađ eru also fleiri longu nú og tađ koma meira, viđ núverandi framtíđar útlitum.

Fríkort til børn og ung frá 06 til 16 ár

Okur kunnu hjálpa uppá fleiri ymiskar mátar innan fyri verandi fíggjarkarmar.
Okur kunnu m.a annađ geva eitt fríkort uppá 700 kr fyri hvørt barniđ um áriđ. Har hesu børn so hava fría atgongd til ymisk menturnar og frítíđarvirksemi í Vági.

Tađ er jú sera nógv ítróttar og frítíđarvirksemi í Vági.

Tvs eitt fríkort á 700 til 1000 kr um áriđ til børn millum frá 06 til 18 ár. Tađ kostar td nógv at svimja fyri stòrar familjur, umframt alt annađ frítíðarvirksemi sum børn ganga til.

Hinvegin kundi so tey ítróttarfeløg og onnur menturnar feløg fingiđ tađ tilsvarandi aftur frá kommununi, sum tey koma at missa. Henda skipan viđ fríkort kundi veriđ eitt royndarprojekt fyrst í 1 ár. Sjálvandi skal hesin tankin útdjúpast nærri

Møguleiki fyri fíggjarligum stuðli

Tađ eru tíverri nógv fólk sum koma sera illani fyri, har tey sjálviđ gerast sjúk ella hava børn sum gerast sjúk og í ringasta føri missa tey, onkran av teirra kæru.

Tað sum eisini hendir er oftani, at Almannverki og tryggingar ikki fylgja viđ hjá øllum. Tað kann ganga long tíð, áðrenn hjálpin kemur, tá eitt nú familjur noyđast at fara til Danmarkar í sjúkraørindum.

Her mugu okur sum kommuna vera fyribyrgjandi og hjálpa til. Tađ arbeiđi kann sosialanevnd umsita. Har tađ má bera til, at søkja um fíggjarliga stuđil, tá iđ akuttar støđur koma fyri hjá okkara borgarum.

Hinvegin vita okur jú, at okur hava lægstu miđalinntøku í landinum og eru tađ fleiri sum longu eru ella koma at detta burtúr úr heildini.

Eisini hóast vágbingar hava fingiđ nógv fyri pengarnar seinastu árini, mugu okur ásanna, at nú táttar at fíggjarliga í Vági. Tí noyđast okur at siggja verđuleikan í eyguni og koma viđ fyribyrgjandi átøkum. Og seta borgaran meira í fokus.

Men tað góða samfelagið er eisini eitt samfelag, sum tekur sær væl av teimum eldru

Kunnu okur sum býráð gera tingini betur fyri teir eldru borgararnar?

Kunnu okur bøta munandi um lívsgóðskuna hjá teimum, sum lótu okkum hetta góða samfealgið? Ja, tað haldi eg, at okur so avgjørt kunna.

Eitt nú kunnu okur gera munandi meira fyri tey, sum hóast høgan aldur húsast heima hjá sær sjálvum. Okur kunnu geva teimu fleiri tímar eitt nú til reingerð og umsorgan. Tað sama ger seg eisini galdandi fyri tey, sum búgva á røktarheiminum og sambýlinum.

Her er brúk fyri fleir heitum hondum, sum kunnu geva teimum eldru eitt sindur meira enn neyðugu røktina. Eitt nú er ikki tíð til at fara ein túr við teimum gomlu ella at geva teimum møguleikar fyri upplivingum, sum ikki vanliga hoyra til vanliga gerandisdagin.

Hetta eru tiltøk, sum ikki kosta alla verðina, hóast tey kosta nakað, men har borgarar, sum hava slóðað fyri í Vági undan okkum, fáa meira lívsinnihald og meira lívsgóðsku. Tað skylda okur teimum.

Ikki skal Vágs Pensjonistafelag gloymast

Tey gera eitt stórt og meiningsríkt arbeiði fyri tey eldru í kommununi, sum Vágs býráð sjálvandi skal stuðla uppaftur meira.

Eg veit væl, at hetta ikki er at lova gull og grønar skógir, men lat hini um tað. Hetta eru mál, sum eg haldi, at eitt komandi býráð skal taka sær av.

Levi Ryggshamar Mørk

Valevni á Lista C

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *