Barna og ungdómsøki og forskúli í Vágs skúla

 Barna og ungdómsøki og forskúli í Vágs skúla

Eg havi arbeitt nógv ár innan barna og ungdómsøki, tađ geriđ eg framvegis og ætli mær at halda áfram viđ tí, um tađ so ber til.

Her niđanfyri, komiđ eg inn á hvat vit arbeiđa viđ í ungdómsnevndini og hvat tankar eg havi um framtíđina innan øki.

Ungdómshúsiđ:
Ungdómshúsiđ var keypt fyri 1 1/2 árum síđani. Onkrar ábøtur eru gjørdar t.e brandhurđ og brandtrappa. Nýggj vindeygu eru keypt og skulu setast í. Somuleiđis verđur arbeitt viđ, at seta pengar av komandi ár til nýggjan klædning til húsiđ. Taki treingir eisini til at vera útskift osfr, tađ kemur so alt viđ tíđini.

Upplatingartíđir:
Eg kundi ynskt mær, at ungdómshúsiđ hevđi meira opiđ, enn sum er. Serliga um vikuskifti. Har starvsfólk og tímar skulu fylgja viď.

Fritíđarskúlin:
Sum er heldur fritíđarskúlin til í ungdómshúsinum, eg haldi, at tey eldri ungu skulu vera í ungdómshúsinun og frítíđarskúlabørnini skulu fara í dagpleyguhúsiđ, sum jú stendur tómt.

Barnagarđurin:
Tíďin er eisini komin at útbyggja barnagarđin, tí har er ov trongligt sum er. Eisini kundi eg ynskt mær at spæliplássiđ var gjørt enn snøggari.

Eg haldi játtan skal gevast til raksturin, tá iđ langar sjúkradagar eru, sum verđur gjørt ađrastađir.

Okur noyđast eisini, at fáa betri parkerings viđurskifti viđ barnagarđin. Somuleiđis skal vegurin yvir til barnagarđin gerast tryggari og gøtan til og frá barnagarđin skal gerast betri.

Skapandi virksemi annars.
Annars hava okur í ungdòmsnevndini, arbeitt viđ einari ætlan, um meira skapandi virksemi til okkara ungdóm. Har er eisini eitt ungdómsráđ stovnađ. Har eru nógvum tankar og hugskot komin frá ungdómsráđnun m.a útvega nýggj hølir skapandi virksemi.

Uttandurđa spælistađ:
Í miđbýnum liggur gamla spæliplássiđ. Okur hava í 3 ár arbeitt viđ, at betra um gamla spæliplássiđ í miđbýnun. Har møguleikar skulu vera fyri nógvum virksemi til okkum øll. Tađ arbeiđi er byrja og heldur áfram.

Forskúla í Vágs skúla
Tìđin er komin, at forskúli verđur í Vágs skúla, undir leiđslu av Vágs skúla. Hettar verđur gjørt nógva stađir, har námsfrødingar og lærarar eru í felag at loysa uppgávuna.

Øll hesu mál kunnu gerast innan verandi fíggjarkarmar og summi uppá longri sikt.

Levi Mørk, valevni hjá Javnađarflokkinum

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *