Toftavegur skal opnađ aftur og nýggj ferđslutrygd viđ Vágs skúla

 Toftavegur skal opnađ aftur og nýggj ferđslutrygd viđ Vágs skúla

Nú er nógv tosađ aftur og fram um Toftaveg í Vági, sum var gjørdur til einvegis ferđslu fyri skjótt 1 1/2 árum síđani.

Hettar var gjørt fyri at bøta um ferđslutrygdina, serliga viđ atliti ferđslu út til skúlan og heilt út á Marknoyri. Hóast nógv fólk mótmæla hesum.

Sjálvur var eg ímóti ætlanini, samtykt bleiv tó ein royndarætlan uppá 1 ár, men framvegis er vegurin einsrættađur.

Tađ at man hevur einsrættađ ein veg ger jù eisini at ferđslan økist ađrastađni. Ferđslan fer jú ikki burtur.

Tíđin er komin at lurta eftir hesum fólkum og lata Toftaveg vera sum hann var, áđrenn viđ gjøgnumgangandi ferđslu báđar vegir.

 

Ferđslutrygdin viđ Vágs skúla – ein busslummi er ein loysn av fleiri.

Nógv tung ferđslu er viđ Vágs skúla, bæđi tá iđ næmingar koma og fara úr skúlanum og ikki at gloyma, tungu ferđsluna frá havnarlagnum.

Somuleiđis er tađ sera vandamiki tá iđ bussar stegđa har. Og børnini eru tí oftani í vanda. Um okur ikki gera okkurt nú, so stúri eg fyri, at okkurt meira alvorligt hendir.

Okur hava í Tekniskunevnd arbeitt viđ ymiskum loysnum, viđ Vágs skúla, sum myndin eisini vísir her.

Har okur eisini hava samtykt, at gera ein busslumma niđan fyri Býráđshúsiđ, og síđandi er ætlanin, at gera ein gonguteigur á grasplenuni niđan fyri skùlan og heilt vestur um Kirkjuna. Harviđ er trygdin eisini í hásæti.

Men nøkur atlit eru, m.a at kommuna eigur ikki stykkiđ har busslummin skal vera, tađ jørđina eigur Mentamálaráđi. Men hettar kann jú loysast, um politiskur vilji er tilstađar.

Eg veit eisini, at fólk taka undir viđ at gera trygdina enn betri í Vági, ein kann bara ikki gera alt í senn. Men hesari ætlanir eri fyri mær ovarliga á listanum.

Eg vil fegin arbeiđa vìđari viđ hesum ætlanum, um eg fái loyviđ at halda áfram. 

Vh

Levi Ryggshamar Mørk, býráđslimur og valevni fyri Javnađarflokkin

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *