Meira álit til starvsfólk hjá Vágs kommunu

 Meira álit til starvsfólk hjá Vágs kommunu

Tìđin er komin, at okur efturmeta verandi stempulklokkuskipan fyri starvsfòlk hjá Vágs kommunu.

Henda skipan hevur veriđ til nú í nøkur ár og spurningurin er, um henda skipan ikki er ov stirvin ella skipanin er fortolka skeivt reint umsitingarliga.

Tađ er eisini mín fatan, at tađ er meira eftirlit av starvsfólkum viđ brùk av verandi stempulklokkuskipan. Hettar havi eg eisini hoyrt millum starvsfólk gjøgnum árini.

Lat okkum heldur vísa meira álit á starvsfòlkum hjá Vágs kommunu, heldur enn at telja minuttir. Okur vita jú, at hesir minuttir, sum oftast fella tilgòđar til arbeiđsgevaran, sum í hesum førum er Vágs kommuna.

Eg ivist eisini í, um henda stempulskipan verđur brúkt í tráđ viđ verandi sáttmálar hjá teimum ymisku fakfelagsbólkum, sum starvsfòlkini hjá Vágs kommunu eru partar av.

Mær dámar betri álit enn eftirlit. So tíđin er komin, at okur efturmeta hesa skipan.
Harviđ seta okur eisini meira fokus á trivnaðin hjá tey sum arbeiđa hjá Vágs kommunu og sum eisini  bùgva her í Vági.

Ìstađin fyri m.a, at brúka orku uppá eina skipan sum “starvsfólk”, ikki trívast við.

Ella hinvegin okur halda m.a áfram, at telja øll seingjaplássini í bygdini, sum jú eru til tey fremmandu. Og harvið gloyma trivnaðin hjá okkum sjálvum. Nei vágbingar sjálvir mugu ikki gloymast, teir skulu so sannligani eisini virðast. Um okur ikki hava álit á okkum sjálvum, so er illani statt.

Levi Mørk, valevni fyri Javnađarflokkin
Les meira á http://www.levinet.dk

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *