Nú stundar til val

 Nú stundar til val

Nú stundar aftur til býráðsval. Eg havi valt at bjóða meg fram aftur á býráðsvalinum 10 nov fyri Javnaðarflokkiní Vági. Eg haldi sjálvur, at sera nógv er komið av skafti, hesu seinastu árini í Vági. Men sjálvandi er tað nógv, sum enn liggur á láni og má fáast framt í verki til framá fyri Vágbygd og tað fólk í her búðleikast. Sigast skal, at trivnaðurin er eisini sera góður í Vági. Her er nógv at fara til og ein nýtist ikki at keða seg.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi valdu at ganga saman aftur í samgongu, fyri skjótt 4 árum síðani og hava okur í felag raðfest hvusssu leikar skulu farast fram í bygdini. Ùrslitini síggja okur eisini í dag. Fólkið stórtívist og sera nógv er komið á skafti. Tað er bara at lesa miðlarnar, ella fara ein túr gjøgnum bygdina, so síggja tit úrslitini. Okur hava fyri tað mesta verið samd, men sjálvandi ikki í øllum málum, har onkrar neyðsemjur eisini eru gjørdar. Soleiðis er tað jú í politikki.

Hesu seinastu árini er nógv gjørt í bygdini, sum er til stóra gavn fyri fólkið í búgva her. Okur hava nú Páls høll, Marghøll, Ìtróttarháskúla, egið ungdómshús, næmingheim er í gerð og nýggjar lutaíbúðir eru ávegis osfr. Ja, listin er langur.

Tað sum eg valdi mær, sum høvðusmál hesa býráðssetuna, var/er at trivnaður í bygdini skuldi gerast enn betri, har høvðusdenturin hjá mær var/er lagdur á:

Barna og ungdómsøki – nýtt spælipláss til barnagarðin – ábøtur til Vágs skúla – ábøtur til barnagarðin – keypa ungdómshús – gera fleiri spælipláss – eitt stað til tey størru ungu – styrkja um okkara vinnulív – alternativar íbúðarmøguleikar – gera ferðslutrygdina betri – ferðavinnumøguleikar á Eggjunum – verja um hjá okkara eldru.

Mest sum øll hesu omanfyrinevndu mál eru gjøgnumførd, meira ella minni og summi eru framvegis í gongd. Her hava okur í felag funnið skilagóðar loysnir. Tað er so sannliga at fegnast um. Sjálvandi eru tað ting sum kunnu vera og gerast ørvísi, um tað krevst og politiskur vilji er tilstaðar.

Hinvegin eru tað nógv, ein hevur verið við til saman við øðrum býráðslimun hesu árini, har eitt nú Vágs kommuna eigur ungdómshúsið og fari er eisini at gera ymiskar ábøtur har, m.a skulu nýggj vindeygu setast í og ynskiligt hevði verið at fingið skift klædningin osfr.

Eisini hava okur í sosialunevnd m.a arbeitt við, at Læknamiðstøðin er gjørd í stand fyri nógvar pengar. Á tekniska økinum er somuleiðis nógv komið á skafti, har eitt nú gøtan út á Nes verður gjørd og nýggir elsteirar vera settur upp í løtuni.

Umframt støðutakanir sum eru tiknar til fleiri stór mál, m.a  komandi smoltstøðin hjá Bakkafrost og Pál´s høll og Marghøll. Øll hesu mál hava fylgt nógv hesu seinastu árini hjá øllum býráðslimun. Tað er eingin ivi, at allir 9 býráðslimur vilja bygdini tað besta. Ja, nógv er framt, har tær ymisku nevndirnar hava arbeitt nógvar tímar, við øllum hesum málum, saman við borgarstjóranum og einari vælvirkandi umsiting.

Eg vil niðanfyri nevna nøkur mál, sum eg vil arbeiða fram ímóti tey komandi árini, um eg verið valdur. Annars eru fleiri av niðanfyri málum langtíðarmál, sum mugu gerast stigvís og við fíggjarligum skili. Tí okur mugu fáa kommunuskuldina enn meira niður og koma niður um eina álíkning. Lán kunnu okur ikki taka sum er.

Nøkur hjartamál tey komandi árini:

* Meira livandi og skapandi miðbý

* Fiskaplássið við Løghamri endurskapast við trappupallum

* Meira fokus á mentan og okkara bygdarsøgu

* Bygdarsavnið meira opið

* Styrka um umstøður hjá okkara eldru

* Annað skapandi hús til ungdómin

* Frítíðarskúlin í onnur hølir

* Meira opið í ungdómshúsinum

* Fleiri ábøtur á núverandi ungdómshús

* Forskúla úti í skúlanum

* Tryggari og umraðfestan innan ferðsluviðurskiftini

* Toftavegurin skal latast uppaftur

* Betra um starvsfólkaviðurskifti

* Er stempulklokkan til gavn fyri starvsfólkini

* Hækkan av barnafrádráttinum

* Nýtiðargerð av spæliplássinum í miðbýnum

* Gerd av gøtum

* Endurskapa gøtuna við gamla kirkjugarð

* Fáa kloak og spillivantsætlanina framda

* Reinsan av Vágsvatn

* Ùtròđarflòtin skal hava betri sømdir

Eg kundi sjálvandi ynskt mær, at fingið alt framt í verki, sum eg nevndi omanfyri. Men tað vita okur, at so verður ikki. Tí talan er oftani í politikki um fígging, samstarv og raðfesting, ein fær ikki alt. Eg vil gera alt fyri at røkka nøkur av málinum, innan fyri komandi fíggjarkarmar.

Eg havi sum eg nevni longur uppi, ikki tikið undir við onkrum málið í hesari setuni. Eitt nú tók eg ikki undir við, at byggja Marghøllina. Orsøkin var, at eg sá beinavegin at skuldin hjá Vágs kommunu fór at hækkað munandi og hettar var ikki í tráð við lógina um sjálvsognarstovnar, har ein kommuna, jú ikki má vera partur av slíkari bygging og uppíblandan meira enn 20 %. Hinvegin havi eg einki ímóti Marghøllini, meira tann skuld hon hevur givið Vágs kommunu. Hettar vísti eg eisini til í lesarabrævi tá. Sí her http://lesarin.fo/index.php?id=nu+mugu+vit+taka+egna+abyrgd

Her metti fíggjarmálráði at Vágs kommuna var farin ov langt. Av somu orsøk eru okur farin uppum eina álíkning. Eisini havandi í huga, at nógv eldri búgva í Vági og at okur hava eina sera lága miðalinntøku ímun til restina av landinum, her mugu okur vera varin og taka hædd fyri, at skuldin skal ikki veksa og at lántøka hava okur ikki loyvið til við núverndi fíggjarstøðu. So ting sum skulu fremjast, mugu vera innan núverandi fíggjarkarmar og við skili og við vón um meir inntøkum til VK.

Annars havi eg álit á at okur skjótt fara niðurum eina álíking aftur. Korona tíðin hevur so ikki havt positiva ávirka á tað. Eg eri annars ein persónur sum trúgvi uppá eina ljósa framtíð fyri Vág og vágbingar og gleðist um at trivnaðurin í Vági er í top.

Gott val

Levi Mørk, valevni fyri Javnaðarflokkin í Vági

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *