Ungdómshúsið í Vági hevur fingið nýtt navn

 Ungdómshúsið í Vági hevur fingið nýtt navn

Fyri kortum varð navnakapping til Ungdómshúsið í Vági útskrivað millum tey ungu, sum eru tilknýtt ungdómshúsinum í Vági.

Sera nógv hugskot komu inn, og í gjár bleiv nýggja navnið so alment avdúkað. Vinnarin til navnið var Beinta Skaaning, sum átti vinnandi uppskotið.

Nýggja navnið er UDB, sum merkir Ungdómsbankin.

Í fjør keypti Vágs kommuna gamla Sparikassan í Vági til ungdómshús, so navnið hóskar væl, skrivar Vágs kommuna á heimasíðu síni.

Hátíðardagurin í gjár byrjaði við, at Guðrið Patursson, starvsfólk og samskipari hjá ungdómshúsinum í Vági, segði nøkur orð um sjálvt navnið og kappingina.

Levi Mørk, býráðslimur og formaður í ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu, helt síðani røðu.

Levi Mørk kom m.a. inn á, at tað hevur sera stóran týdning, at Vágs kommuna nú eigur ungdómshúsið.

– Harvið er tað ungdómurin sjálvur, sum nú kann menna og skapa innihaldið fyri bæði húsið og alt tað skapandi virksemi, sum tey ungu sjálvi gera saman við sera dugnaligum starvsfólkum.

Um nýggja navnið segði Levi Mørk, at tað var ikki løgið, at navnið bleiv UDB – Ungdómsbankin, tí Suðuroyar Sparikassi átti og helt til í núverandi ungdomshúsi.

Nú kunnu tey ungu fylla á nýggja ungdomsbankan, sum tey sjálvi vilja.

Levi Mørk takkaði eisini fyri tað framúrskarandi arbeiðið, sum tey ungu gera saman við sera røskum starvsfólkum.

Aftaná røður og nýggja navnið varð avdúkað, kundu tey fleiri enn 50 ungu, sum møttu upp til hátiðardagin frøast um nýggja navnið saman við lokala og aktuella sangaranum Inga Poulsen, sum spældi nakrar av hansara sangum.

  •  
  •  
  •  

Levi

Líknandi postar

Leave a Reply

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *